Rættstavarar
Stavarin til Microsoft Office
Stavarin sum nú er yvirtikin av Setrinum og gjørdur ókeypis. Hann virkar við hesum útgávum av Microsoft Windows/Office.
| Office útgávur | Windows útgávur |
|---|---|
| Office 2000 Office XP Office 2003 Office 2007 Office 2010 (32-bit) | Windows 2000 Windows XP Windows Vista Windows 7 |
OpenOffice rættstavari
Ein royndarútgáva av einum rættstavara sum virkar við OpenOffice 3.0 og nýggjari.
Klikk á Tak niður-leinkið og vel at opna/koyra fíluna. So verður OpenOffice startað og rættstavarin innlagdur.
Rættstavari til Firefox og Thunderbird
Sami rættstavari sum til OpenOffice, men til Firefox kagan og Thunderbird teldupostforritið.
Firefox
Opna hesa síðuna í Firefox og klikk á Tak niður-leinkið. Rættstavarin verður innlagdur sum eitt Firefox Add-On.
Thunderbird
Mac OS X rættstavari
Sami rættstavari sum til OpenOffice í eini útgávu til Mac OS X. Rættstavarin verður brúktur, har sum innbygdi rættstavarin hjá Mac OS X virkar.
Mac OS X má vera útgáva 10.6 ella nýggjari.
Klikk á Tak niður-leinkið. Innleggingin fer síðan í gongd av sær sjálvum.
Aftaná kann vera neyðugt at broyta nakrar stillingar áðrenn rættstavarin virkar. Sí leinkið niðanfyri.
Hunspell
Hunspell fílurnar sum OpenOffice,Firefox og Mac OS X rættstavarin brúka.